"Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi." 1. Jóh. 1,9
Hóast okkara bestu ætlanir og royndir, megnar eingin okkara at liva upp til Guds krøv (Róm 3,23). Hvar er so loysnin?
"Siga vit, at vit hava ikki synd, so dára vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi." (1. Jóh. 1,8–9)
Viðvíkjandi Guds fyrigeving er betri at vita enn at føla. Soleiðis virkar Guds fyrigeving: Vitan um synd leiðir til sannføring um synd, og sannføring um synd leiðir til syndajáttan, og syndajáttan leiðir til reinsan frá synd, og reinsan frá synd leiðir til álit og tryggleika hjá Gudi. (1. Jóh. 3,21–22)
Tú sigur kanska: "Eg kenni meg ikki verdan til Guds fyrigeving." Tað verður tú ongantíð!
Guds fyrigeving er ikki grundað á títt virði, men á Kristi virði!
Harumframt er Gud ikki sum foreldur tíni; hann noyðir teg ikki kenna teg illa í nakrar dagar, "so tú kanst læra tað", áðrenn hann fyrigevur tær. Tað hevði merkt, at tú skuldi gjørt teg verdan til fyrigevingina. Hana fært tú av náði og bara av náði! (Ef. 2,8–9)
'Náði' merkir 'óuppiborin vælvild'. So tá ið Gud fyrigevur tær, ær hann so við at fyrigeva tær sjálvum – og kom so víðari!
"... et Ord til Dagen" 31. januar 2020
(Erla Berghamar týddi)
Hjartasjúkur eru drepandi, um tær ikki verða funnar og viðgjørdar nóg tíðliga. Tað er satt bæði likamliga og andaliga...
Les meiraLætt er at vera nøgdur, tá lívið gongur, sum tú vilt; men hvussu ofta hendir tað? Bíblian sigur, at vit skulu læra kynstrið at vera nøgd...
Les meiraGud lærir teg tolni, tá hann fær teg at bíða longur, enn tú hevur hug til, eftir tí, tú ynskir tær. Ynski okkara eru sum villross – neyðugt er at temja tey..
Les meiraGóð uppaling krevur, at rætti hátturin verður funnin til hvørt barnið at gerast sjálvstøðugt. Summi taka seg aftur fyrr enn onnur ...
Les meiraTú fært ikki altíð forðað fyri, at barn títt fær mein. "... Í heiminum hava tit trongd ..." (Jóh. 16,33) Annaðhvørt fáa tey mein og læra at handfara veruleikan,..
Les meira"Veingir" eru hin gávan, tú mást geva børnum tínum. Tey eru fødd til at flúgva, ikki verða verandi í reiðrinum...
Les meiraÁ ferðini frá ungdómstíð til vaksnamannalív fer barn títt at uppliva óvissu, sjálvmótsøgn og svingandi huglag...
Les meiraTá tú sært børn tíni vera før fyri at fara frá tær og sjálv fáa sær eina góða tilveru, kanst tú vera vísur í, at lutur tín sum pápi ella mamma hevur eydnast..
Les meiraFyri nøkrum árum síðan varð strongd roknað sum ein trupulleiki hjá mannfólki, men soleiðis er ikki longur...
Les meira"Hann grøðir tey, ið hava sundurbrotið hjarta ..." Sálm. 147,3. Ein av mest rørandi hendingum í Skriftini er, tá ið Jesus grætur við grøvina hjá Lazarusi...
Les meiraFleiri av brøvunum hjá Paulusi byrja við orðunum: "Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!" ...
Les meiraUm mál tíni eru miðsavnað um Gud, fer hann at hjálpa tær at røkka teimum ....
Les meira