ANDALIGAr GREINAR

Ger bøn til ein dagligan vana

Bøn virkar ímóti strongd. Jesus byrjaði dagin við bøn. Hann steðgaði ofta á gjøgnum dagin at biðja, og hann endaði hvønn dag við bøn.

Tá ið Jesus, sum var so upptikin, tók sær tíð at biðja, hvussu nógv meira hevur tú so ikki brúk fyri at gera tað!

Tíðin einsamøll saman við Gudi kann vera sum eitt antitrýst-kamar ímóti lívsins strongd.

(Úr "... et Ord til Dagen" 17. september 2019)

(Erla Berghamar týddi)

Bjóða hugsanarháttinum av

Tá ið tú kannar tíni mistøk, sært tú, at tað var hugsanarhátturin ta løtuna, sum var orsøkin, og tað er tí, tú ert noyddur til at halda á at bjóða tínum egnu hugsanum av.

Les meira

Statt fast á Guds orði

Um ein, tú elskar, sorar hjartað og svíkur álit títt, verður tú viðkvæmur.

Les meira

Brúka lovprísanarkraftina

Tað ber til at lovprísa Gudi alt ov lítið, men tú kanst ongantíð prísa honum ov nógv.

Les meira

Tornur Paulusar í holdið – og tín (3)

Paulus skrivar: "At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.

Les meira

Tornur Paulusar í holdið – og tín (2)

Bíblian sigur okkum ikki, hvat tornur Paulusar í holdið var, men Paulus sigur okkum, hví Gud loyvdi tí...

Les meira

Tornur Paulusar í holdið – og tín (1)

Tey bíbliukønu eru ikki samd um, hvat "tornurin" hjá Paulusi var.

Les meira

Um at menna tol

Er tað ikki áhugavert, at sum vit eldast, hava vit lyndi til at gerast tolnari – hóast vit hava minni tíð eftir? Hví man tað vera?

Les meira

Bíða eftir Guds tíðarætlan

Gud hevur eina ætlan fyri tínum lívi, sum krevur, at okkurt skal henda eina ávísa tíð.

Les meira

Títt guddómliga trygdarherlið

Á sama hátt, sum forsetin og forsætisráðharrin eru umgirdir av trygdarvørðum, eru Guds frelstu børn umgird av einglum...

Les meira

Tak ábyrgd – og vága

Í 1975 segði ein av lægru verkfrøðingunum hjá Hewlett-Packard, Steve Wozniak, sum eingin hevði hoyrt um, vinmanninum Steve Jobs frá síni hugsjón...

Les meira

Sig: "Gud signi teg"

Guds orð er á tremur við lívi, vísdómi, sannleika, kraft og møguleikum at mennast.

Les meira

Lat Gud siga tær, hvør tú ert!

Navnið Jabez merkir "pína og strev". Kanst tú ímynda tær at koma inn onkustaðni og hoyra fólk siga: "Har kemur hin strævni"...

Les meira