”Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar ...” 2. Tim 1,7
Bíblian sigur: ”Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.”
At vinna á óttanum byrjar við fatanini av, at ótti er 'ein andi,' og hann er ikki frá Gudi. Fyri hvørja ferð tú fatar tað, er lættari hjá tær ikki at geva eftir fyri honum. Hvat gevur Gud okkum í staðin fyri ótta?
Tey eru trý:
1) Kraft. Her tosa vit ikki bara um einfaldar sjálvhjálparmátar og at handfara strongd. Tað er djúpari enn at minka stúranin og gera lívið høgligari. Tað er en grundleggjandi sannføring, sum gongur heilt inn í kjarnan av tær sum menniskja; at alt, sum viðvíkur tær, er í hondunum á einum elskandi Gudi, sum bara ætlar tær tað besta. Tí verður alt gott, og tú kanst liva fríur frá stúran.
2) Kærleiki. Bíblian sigur, at "Fullkomni kærleikin rekur óttan út ..." (1. Jóh 4,18) Ikki fyrr enn tú varnast, at ein Gud er, sum elskar teg treytaleyst, og at hann ongantíð fer at síggja teg øðrvísi, fert tú at læra at elska og góðtaka teg sjálvan – og verður sostatt førur fyri at elska og góðtaka onnur. Kanst tú ímynda tær, hvørja ávirkan hetta hevur á tín ótta fyri menniskum, óttan fyri at verða havnaður og óttan fyri atfinningum? Tað slagið av kærleika er meira enn ein góð kensla; tað er ein lívsbroytandi kraft.
3) Siðprýði (sunt sinni). Paulus skrivar, at ”vápnini, ið vit berjast við, eru ikki av holdinum, men full av kraft fyri Gudi – til at bróta niður hervirki – táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi” (2. Kor. 10,4-5)
Hesi trý eru Guds svar til stúran.
"... et Ord til Dagen"
(Erla Berghamar týddi)
Tá ið tú kannar tíni mistøk, sært tú, at tað var hugsanarhátturin ta løtuna, sum var orsøkin, og tað er tí, tú ert noyddur til at halda á at bjóða tínum egnu hugsanum av.
Les meiraUm ein, tú elskar, sorar hjartað og svíkur álit títt, verður tú viðkvæmur.
Les meiraTað ber til at lovprísa Gudi alt ov lítið, men tú kanst ongantíð prísa honum ov nógv.
Les meiraPaulus skrivar: "At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.
Les meiraBíblian sigur okkum ikki, hvat tornur Paulusar í holdið var, men Paulus sigur okkum, hví Gud loyvdi tí...
Les meiraTey bíbliukønu eru ikki samd um, hvat "tornurin" hjá Paulusi var.
Les meiraEr tað ikki áhugavert, at sum vit eldast, hava vit lyndi til at gerast tolnari – hóast vit hava minni tíð eftir? Hví man tað vera?
Les meiraGud hevur eina ætlan fyri tínum lívi, sum krevur, at okkurt skal henda eina ávísa tíð.
Les meiraÁ sama hátt, sum forsetin og forsætisráðharrin eru umgirdir av trygdarvørðum, eru Guds frelstu børn umgird av einglum...
Les meiraÍ 1975 segði ein av lægru verkfrøðingunum hjá Hewlett-Packard, Steve Wozniak, sum eingin hevði hoyrt um, vinmanninum Steve Jobs frá síni hugsjón...
Les meiraGuds orð er á tremur við lívi, vísdómi, sannleika, kraft og møguleikum at mennast.
Les meiraNavnið Jabez merkir "pína og strev". Kanst tú ímynda tær at koma inn onkustaðni og hoyra fólk siga: "Har kemur hin strævni"...
Les meira