"Tí fer maðurin frá faðir og móður ..." 1. Mós. 2,24
Tú fært ikki altíð forðað fyri, at barn títt fær mein. "... Í heiminum hava tit trongd ..." (Jóh. 16,33).
Annaðhvørt fáa tey mein og læra at handfara veruleikan, ella verða tey kvald í tínum verjandi hylki og gerast ongantíð búgvin – ein nógv syrgiligari skaði, sum eisini er pínufullari og meira meiðslandi. Hvat hoyrir við til at geva børnum tínum "veingir"?
1) Fatanin av, at tey gerast ongantíð sunn vaksin, um tey ikki gerast sjálvstøðug. Tað hevur við sær, at tey skulu læra at hugsa klárt, hava ábyrgd av egnum avgerðum, at tey av vánaligum valum læra, hvussu tey skulu velja betur, at tey hava rætt til at gera mistøk og gjalda lærupeningin fyri tað, og at tey sannroyna, hvat tað merkir at vaksa og mennast.
2) Tað hevur eisini við sær, at tú skilir, at teirra hugur til at gerast sjálvstøðug er ikki prógv um, at tín uppaling er miseydnað. Tí tað er hon avgjørt ikki. Heldur kundi ivi verið sáddur um evni tíni sum pápi ella mamma, um tey ikki royndu at gerast leys. Foreldraluturin er bíbilskur og virkar væl, tá ið endamálið er at gera børnini sjálvbjargin.
3) Hugsa ikki, at tey vraka teg, tá tey draga seg burtur frá tær. Tað er ikki at vísa tær frá sær, men at menna seg sjálv. Tað er ikki prógv um ótakksemi ella sjálvsøkni og uppreistur; tað er hinvegin ein møguleiki til í teirra veruleikaheimi at vísa, hvussu væl tú hevur eydnast sum foreldur. Hava tey ikki hug at vera við til okkurt tiltak langt burtur í familjuni, skalt tú ikki noyða teg fyri at "bjarga familjuni frá at loysast upp". Uppgávan hjá familjuni er at seta í frælsi, eins og kyknur býta seg sundur og gerast fleiri. Bíblian sigur: "Nørist, vaksið í tali, og fyllið jørðina!" (1. Mós. 9,1) Hetta kunnu børnini ikki útinna, um tey verða verandi heima í reiðrinum. Slepp teimum leysum og lova teimum at liva lívið sjálv! Har liggur tín ábyrgd – ikki í endaleysari uppaling. Loys tjóðrið, lít á Gud, og tey fara at koma aftur at vitja pápa og mammu, sum eru "megakul"!
"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi
Tá ið tú kannar tíni mistøk, sært tú, at tað var hugsanarhátturin ta løtuna, sum var orsøkin, og tað er tí, tú ert noyddur til at halda á at bjóða tínum egnu hugsanum av.
Les meiraUm ein, tú elskar, sorar hjartað og svíkur álit títt, verður tú viðkvæmur.
Les meiraTað ber til at lovprísa Gudi alt ov lítið, men tú kanst ongantíð prísa honum ov nógv.
Les meiraPaulus skrivar: "At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.
Les meiraBíblian sigur okkum ikki, hvat tornur Paulusar í holdið var, men Paulus sigur okkum, hví Gud loyvdi tí...
Les meiraTey bíbliukønu eru ikki samd um, hvat "tornurin" hjá Paulusi var.
Les meiraEr tað ikki áhugavert, at sum vit eldast, hava vit lyndi til at gerast tolnari – hóast vit hava minni tíð eftir? Hví man tað vera?
Les meiraGud hevur eina ætlan fyri tínum lívi, sum krevur, at okkurt skal henda eina ávísa tíð.
Les meiraÁ sama hátt, sum forsetin og forsætisráðharrin eru umgirdir av trygdarvørðum, eru Guds frelstu børn umgird av einglum...
Les meiraÍ 1975 segði ein av lægru verkfrøðingunum hjá Hewlett-Packard, Steve Wozniak, sum eingin hevði hoyrt um, vinmanninum Steve Jobs frá síni hugsjón...
Les meiraGuds orð er á tremur við lívi, vísdómi, sannleika, kraft og møguleikum at mennast.
Les meiraNavnið Jabez merkir "pína og strev". Kanst tú ímynda tær at koma inn onkustaðni og hoyra fólk siga: "Har kemur hin strævni"...
Les meira