Orðt. 13,4
'Framúrskarandi' Charlie Jones sigur søguna um ein mann, sum droymdi, at hann hevði arvað 1 millión dollarar. Í dreyminum royndi hann at fara undir brúsu, men brúsarin virkaði ikki. Hann royndi at raka sær, men rakimaskinan riggaði ikki. Hann royndi at gera morgunmat, men kaffið rann ikki ígjøgnum, og breyðristarin vildi ikki rista. Hann fór út eftir dagblaðnum, men postkassin var tómur. Hann fór frá húsum og skuldi við bussinum til arbeiðis, men bussurin kom ikki. Tá ið hann hevði bíðað ein heilan tíma, spurdi hann fólk, sum komu framvið: "Hvat hendir her?" Tey svaraðu: "Hevur tú ikki frætt tað? Øll hava arvað 1 millión, og eingin arbeiðir longur." Brádliga vaknaði maðurin – og hann segði: "Gud havi lov!"
So tók hann sær eitt framúrskarandi brúsubað, fekk sær eina framúrskarandi barbering, drakk ein framúrskarandi kaffimunn og neyt eina framúrskarandi breyðflís, meðan hann las sítt framúrskarandi dagblað. At enda fór hann við tí framúrskarandi bussinum og koyrdi inn til sítt framúrskarandi arbeiði.
Takka í dag Gudi fyri tað arbeiðið, hann hevur givið tær, og ger títt allarbesta. Starv títt og lønarseðilin høvdu uttan iva verið ein órøkkandi dreymur hjá summum av tínum forfedrum. Tú sært kanska ikki júst arbeiðið hjá tær sum "eina tænastu", men um starvið gevur tær tey framíhjárættindi at loysa trupulleikar hjá øðrum og letur teg gera mun her í lívinum, so ver taksamur. Ímynda tær, hvussu lív títt hevði verið uttan tað!
"Hin lati tráar - og fær einki, men sál hinna hugagóðu verður mett." (Orðt. 13,4)
.. et Ord til Dagen 16. oktober 2019, eb týddi
(Erla Berghamar týddi)
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira