ANDALIGAr GREINAR

"... sál hinna hugagóðu verður mett."

Orðt. 13,4

'Framúrskarandi' Charlie Jones sigur søguna um ein mann, sum droymdi, at hann hevði arvað 1 millión dollarar. Í dreyminum royndi hann at fara undir brúsu, men brúsarin virkaði ikki. Hann royndi at raka sær, men rakimaskinan riggaði ikki. Hann royndi at gera morgunmat, men kaffið rann ikki ígjøgnum, og breyðristarin vildi ikki rista. Hann fór út eftir dagblaðnum, men postkassin var tómur. Hann fór frá húsum og skuldi við bussinum til arbeiðis, men bussurin kom ikki. Tá ið hann hevði bíðað ein heilan tíma, spurdi hann fólk, sum komu framvið: "Hvat hendir her?" Tey svaraðu: "Hevur tú ikki frætt tað? Øll hava arvað 1 millión, og eingin arbeiðir longur." Brádliga vaknaði maðurin – og hann segði: "Gud havi lov!"

So tók hann sær eitt framúrskarandi brúsubað, fekk sær eina framúrskarandi barbering, drakk ein framúrskarandi kaffimunn og neyt eina framúrskarandi breyðflís, meðan hann las sítt framúrskarandi dagblað. At enda fór hann við tí framúrskarandi bussinum og koyrdi inn til sítt framúrskarandi arbeiði.

Takka í dag Gudi fyri tað arbeiðið, hann hevur givið tær, og ger títt allarbesta. Starv títt og lønarseðilin høvdu uttan iva verið ein órøkkandi dreymur hjá summum av tínum forfedrum. Tú sært kanska ikki júst arbeiðið hjá tær sum "eina tænastu", men um starvið gevur tær tey framíhjárættindi at loysa trupulleikar hjá øðrum og letur teg gera mun her í lívinum, so ver taksamur. Ímynda tær, hvussu lív títt hevði verið uttan tað!

"Hin lati tráar - og fær einki, men sál hinna hugagóðu verður mett." (Orðt. 13,4)

.. et Ord til Dagen 16. oktober 2019, eb týddi
(Erla Berghamar týddi)

Støða hjarta tíns

Hjartasjúkur eru drepandi, um tær ikki verða funnar og viðgjørdar nóg tíðliga. Tað er satt bæði likamliga og andaliga...

Les meira

Vilt tú trívast og vera nøgdur?

Lætt er at vera nøgdur, tá lívið gongur, sum tú vilt; men hvussu ofta hendir tað? Bíblian sigur, at vit skulu læra kynstrið at vera nøgd...

Les meira

Guds tíðarætlan

Gud lærir teg tolni, tá hann fær teg at bíða longur, enn tú hevur hug til, eftir tí, tú ynskir tær. Ynski okkara eru sum villross – neyðugt er at temja tey..

Les meira

Røtur og veingir (5)

Góð uppaling krevur, at rætti hátturin verður funnin til hvørt barnið at gerast sjálvstøðugt. Summi taka seg aftur fyrr enn onnur ...

Les meira

Røtur og veingir (4)

Tú fært ikki altíð forðað fyri, at barn títt fær mein. "... Í heiminum hava tit trongd ..." (Jóh. 16,33) Annaðhvørt fáa tey mein og læra at handfara veruleikan,..

Les meira

Røtur og veingir (3)

"Veingir" eru hin gávan, tú mást geva børnum tínum. Tey eru fødd til at flúgva, ikki verða verandi í reiðrinum...

Les meira

Røtur og veingir (2)

Á ferðini frá ungdómstíð til vaksnamannalív fer barn títt at uppliva óvissu, sjálvmótsøgn og svingandi huglag...

Les meira

Røtur og veingir (1)

Tá tú sært børn tíni vera før fyri at fara frá tær og sjálv fáa sær eina góða tilveru, kanst tú vera vísur í, at lutur tín sum pápi ella mamma hevur eydnast..

Les meira

At sleppa av við strongd

Fyri nøkrum árum síðan varð strongd roknað sum ein trupulleiki hjá mannfólki, men soleiðis er ikki longur...

Les meira

Troyst í sorgini

"Hann grøðir tey, ið hava sundurbrotið hjarta ..." Sálm. 147,3. Ein av mest rørandi hendingum í Skriftini er, tá ið Jesus grætur við grøvina hjá Lazarusi...

Les meira

Hvussu uppliva vit Guds náði

Fleiri av brøvunum hjá Paulusi byrja við orðunum: "Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!" ...

Les meira

"... verið nøgd við tað, sum tit hava!"

Um mál tíni eru miðsavnað um Gud, fer hann at hjálpa tær at røkka teimum ....

Les meira