"... er mær givin tornur í holdið ..." 2. Kor 12,7
Tey bíbliukønu eru ikki samd um, hvat "tornurin" hjá Paulusi var. Summi halda, at tað kann hava verið vánalig sjón, onnur halda eitt talubrek og onnur aftur ein likamlig avbjóðing. Hví sigur Bíblian okkum ikki, hvat tað er?
Um hann var darvaður av ringari sjón, so høvdu vit sagt: "Tað hjálpir ikki mær, tí eg havi fína sjón." Var tað eitt talubrek, høvdu tey, sum hava frálíkar talugávur, onga troyst funnið í orðum hansara. Var tað ein likamlig avbjóðing, høvdu tey við góðari heilsu hildið, at hetta galt ikki tey. Orsøkin til, at Bíblian ikki sigur okkum tað, kann vera henda: Hvat so er títt serliga stríð ella tín veikleiki, kann tann sami Gud, sum læt Paulus sigra á sínum torni, eisini lata teg sigra.
Hvør er tann persónurin í tínum lívi, sum tú kundi lýst sum "ein tornur í holdið"? Hvat er tann 'tornuta' støðan á arbeiðs-plássinum, sum møtir tær hvønn dag? Tú kanst eisini hava 'tornut' viðurskifti við onkran, sum krevur serliga náði, kærleika og bøn.
Tí skrivar Pætur: "... vaksið í náði og kunnskapi Harra og Frelsara okkara Jesu Krists!" (2. Pæt. 3,18) Allir tornar okkara eru ymiskir, tí at Gud lagar teir eftir tørvi okkara. Hví? So at vit "vaksa í náði og kunnskapi Harra og Frelsara okkara Jesu Krists!" Gud hevur størri áhuga fyri okkara lyndi enn fyri, at vit skulu hava tað makligt, so tá ið vit biðja um lættari byrðar, gevur hann okkum sterkari rygg og breiðari herðar.
Sangskrivarin Annie J. Flint sigur: "Hann gevur meir náði, tá byrðin gerst tyngri, er stríðið ov svár, er hann við vára lið. Í stórari kreppu hans miskunn er størri, í margfaldum royndum hann gevur sín frið." (Meta av Fløtum týddi)
Úr "... et Ord til Dagen" 28. desember 2019
(Erla Berghamar týddi)
Tá ið tú kannar tíni mistøk, sært tú, at tað var hugsanarhátturin ta løtuna, sum var orsøkin, og tað er tí, tú ert noyddur til at halda á at bjóða tínum egnu hugsanum av.
Les meiraUm ein, tú elskar, sorar hjartað og svíkur álit títt, verður tú viðkvæmur.
Les meiraTað ber til at lovprísa Gudi alt ov lítið, men tú kanst ongantíð prísa honum ov nógv.
Les meiraPaulus skrivar: "At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.
Les meiraBíblian sigur okkum ikki, hvat tornur Paulusar í holdið var, men Paulus sigur okkum, hví Gud loyvdi tí...
Les meiraTey bíbliukønu eru ikki samd um, hvat "tornurin" hjá Paulusi var.
Les meiraEr tað ikki áhugavert, at sum vit eldast, hava vit lyndi til at gerast tolnari – hóast vit hava minni tíð eftir? Hví man tað vera?
Les meiraGud hevur eina ætlan fyri tínum lívi, sum krevur, at okkurt skal henda eina ávísa tíð.
Les meiraÁ sama hátt, sum forsetin og forsætisráðharrin eru umgirdir av trygdarvørðum, eru Guds frelstu børn umgird av einglum...
Les meiraÍ 1975 segði ein av lægru verkfrøðingunum hjá Hewlett-Packard, Steve Wozniak, sum eingin hevði hoyrt um, vinmanninum Steve Jobs frá síni hugsjón...
Les meiraGuds orð er á tremur við lívi, vísdómi, sannleika, kraft og møguleikum at mennast.
Les meiraNavnið Jabez merkir "pína og strev". Kanst tú ímynda tær at koma inn onkustaðni og hoyra fólk siga: "Har kemur hin strævni"...
Les meira