"Skal Eg tá sjálvur koma við tær og leiða teg til hvílu?" 2. Mós. 33,14
Um tú ikki brúkar tíð saman við Gudi, fert tú altíð at hava eina djúpari kenslu av óvissu. Summi fólk geva okkum kensluna av tryggleika, bara tey eru í nánd; teirra hjávera og atgongd til lívið fær okkum at kenna okkum væl. Á sama hátt mást tú eisini brúka tíð saman við Gudi, tá ið tær tørvar at vera lyftur upp og styrktur. At vera í hansara nærveru er sum at vera í einum rúmi, sum er fylt av luktilsi; tú angar av tí, tá tú fert. Móses brúkti nógva tíð saman við Gudi. Hann visti, at hann var einki verdur, um hann ikki helt seg tætt at Gudi. Ímynda tær at hava ábyrgd av vælferðini hjá tveimum milliónum fólkum, meðan tú hjálpir teimum úr einum landi í annað – til gongu! Tað er til at ógvast av. Og sum um tað ikki var nóg ringt, brúkti ísraelsfólk nógva tíð til at gremja seg um støðuna og at finnast at Mósesi. Tá ið okkurt miseydnaðist, fekk hann skuldina. Tað var til at gerast ørur av. Men Gud segði við Móses: "Skal Eg tá sjálvur koma við tær og leiða teg til hvílu?" (2. Mós. 33,14) Gud kann geva tær hvíld mitt í stríðnum og frið mitt í ósemjuni. Tað er bæði galdandi á truplum arbeiðsplássum og í heimum við støðugum ófriði. Guds nærvera kann hjálpa tær at vísa kærleika, tá ið tú verður illa viðfarin, og at hava tolni í ófriðarligum tíðum. Hon kann hjálpa tær at fáa vent øllum rættan veg uttan mong orð, og hon kann við endan á degnum fáa teg at hvíla í, hvussu tú loysti alt. Brúka tíð í Guds nærveru í dag.
"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi
Tá ið tú kannar tíni mistøk, sært tú, at tað var hugsanarhátturin ta løtuna, sum var orsøkin, og tað er tí, tú ert noyddur til at halda á at bjóða tínum egnu hugsanum av.
Les meiraUm ein, tú elskar, sorar hjartað og svíkur álit títt, verður tú viðkvæmur.
Les meiraTað ber til at lovprísa Gudi alt ov lítið, men tú kanst ongantíð prísa honum ov nógv.
Les meiraPaulus skrivar: "At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.
Les meiraBíblian sigur okkum ikki, hvat tornur Paulusar í holdið var, men Paulus sigur okkum, hví Gud loyvdi tí...
Les meiraTey bíbliukønu eru ikki samd um, hvat "tornurin" hjá Paulusi var.
Les meiraEr tað ikki áhugavert, at sum vit eldast, hava vit lyndi til at gerast tolnari – hóast vit hava minni tíð eftir? Hví man tað vera?
Les meiraGud hevur eina ætlan fyri tínum lívi, sum krevur, at okkurt skal henda eina ávísa tíð.
Les meiraÁ sama hátt, sum forsetin og forsætisráðharrin eru umgirdir av trygdarvørðum, eru Guds frelstu børn umgird av einglum...
Les meiraÍ 1975 segði ein av lægru verkfrøðingunum hjá Hewlett-Packard, Steve Wozniak, sum eingin hevði hoyrt um, vinmanninum Steve Jobs frá síni hugsjón...
Les meiraGuds orð er á tremur við lívi, vísdómi, sannleika, kraft og møguleikum at mennast.
Les meiraNavnið Jabez merkir "pína og strev". Kanst tú ímynda tær at koma inn onkustaðni og hoyra fólk siga: "Har kemur hin strævni"...
Les meira