Tíðindi frá trúboðarum

1
Jan
2024

Jólaheilsan 2023 úr Venesuela

Kæru syskin í Harranum

Jólamánin er nú byrjaður og byrja vit so smátt at hugsa um jólini. Jólahugna, jólafest, jólatræ, jólamat, jólagávur, jólagestir o.s.fr. Eg (Jóhannus) minnist eini jól inni í skógini. Allir hinir trúboðarnir vóru farnir út í býin at halda jól. Sjálvur hevði eg keypt ymiskt gott at njóta, sum skuldi koma inn við flúgvaranum. Aðrir trúboðara, sum vistu at eg fór at vera einsamallur, høvdu eisini keypt mær gávur, sum alt skuldi koma inn á seinasta túrinum áðrenn jólini. Ringt veður bleiv, og flúgving bleiv ikki inn til bygdina, fyrrenn nýggja árið var byrjað.  Sjálvur dugdi eg einki av málinum hesa tíðina, og hevði eg ikki gleðina av jólagestum heldur. Reint KAOS, ella vánalig jól kundi ein hildið. Men hvat eru eini sonn og gleðilig jól?   Lukas 2:10 sigur.  “Óttast ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal vera fyri alt fólkið: v11 "Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Davids".  Esa 9:6 "Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum”.  Kann eg hava eini gleðilig Jól, um so er, at Jesus er einasta gávan? Um Jesus er einasta njótanin? Um Jesus er einasti gesturin? Kanska eitt at hugsa um, nú jólini eru í nánd.

Ferðast til heimstatin hjá Nurimar

Í Septembur  høvdu vit møguleika at ferðast til heimstatin hjá Nurimar. Endamálið var ein trúboðanar stevna saman við mongum samkomuleiðarum. Ynski var at vita meira um ættarbólka arbeiði, og eisini at vita, hvussu ein kundi hjálpa til. Tíðin var góð og uppmuntrandi. Faklig fólk sum lærarar, læknar o.s.fr.,  vóru eisini til staðar og vóru hesi heilt áhugaði í at vita, hvussu tey kundu hjálpa til við sínum fakleika. Foreldrini hjá Nurimar vóru eisini komin. Deiligt var eisini at síggja tey aftur í nakrar dagar.

Keyp av nýggjum skúlaheimi

Í summarfrítíðini høvdu vit møguleika at keypa eitt nýtt skúlaheim. Sjey næmingar búgva nú á heiminum. Ein íbúð er eisini á aðru hædd.  Húsið hevði eisini pláss fyri skúlastovu og hevur skúlin soleiðis virkað har síðan byrjað varð eftir summarsteðgin.  Sjálvt um nógv hevur verið at umvælt, eru vit sera takkasom til Harran fyri húsið.

Næmingarnir Victor Alvares og Rudi Conzales

Victor Alvares og Rudi Conzales eru næmingarnir, sum eg royni at hjálpa hetta árið.  Victor er meira afturlatin og hevur eitt sindur ringt við at geva álit og opna seg fyri øðrum. Vit brúka vanliga 2 tímar saman um vikuna, har tosað verður um alt. Victor er ein rættuliga góður næmingur á skúlanum, og verður ofta tosað um, hvat hann hevur lært í tímunum. Tað hevur so eisini givið góða atgongd til persónligu vidtaluna. Rudi er heilt øðrvísið. Opin í øllum, ynskir at vera hjálptur og heilt nemmur at tosa við. Fúsur til alt gott verk.  Rudi hevur konu og ein 13 ára gamlan son. Tey eru frá Piaroa ættarbólkinum. Rudi var skúlalærari í teirra økið, men við tíðini vóru Rudi og konan kallað til Harrans verk.  Rudi og Rosio verða liðug á skúlanum í summar.  Tey byrja tá, sum teir fyrstu innføddu trúboðarir til sítt egna fólk. Arbeiðið hjá Rudi verður í fyrstu syftu at læra samkomuna sanna Orð Guds.

Læknaviðtala

Hetta seinasta árið hava vit verið ofta hjá læknaviðtaluni.  Núrimar hevur fingið trupulleikar við skjaldkertilinum, sum hava spælt henni nógv puss. Onnur ting hava eisini samstundis givið henni ónáðir, og  tískil  verið eitt sindur leingi at funnið tí røttu hjálpina. Nú gongur betur og eru vit takksom til Harran fyri tað.


Tøkk

Her til enda vilja vit eisini takka tykkum øllum fyri trúfesti tykkara í bønini og stuðlinum. Vit eru hjartans takksom fyri tykkum øll. Má Harrin signa tykkum. Eisini vilja vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.


Vinarliga  Núrimar og Jóhannus

No items found.

Fleiri tíðindaskriv:

Jólaheilsan 2023
Les meira
Jólaheilsan 2020
Les meira
Tíðindaskriv mai 2020
Les meira
Tíðindaskriv juni 2019
Les meira
Jólaheilsan frá 2017
Les meira
Jólaheilsan frá 2016
Les meira
Heilsan frá Juli 2016
Les meira
Tíðindaskriv frá jan. 2016
Les meira