Kæru náði systkin!
Tíðin hjá okkum heima í Føroyum var góð. Sjálvt um tríggir mánaðir ganga skjótt, so eru vit takksom fyri tær nógvu góðu løtur, vit fingu saman við familju og samkomu. Kreppan í Venezuela er stór; og nýttu vit tíðina at vera heima hesaferð. At fara til handils var eitt fragd fyri Nuri. At sleppa at velja aftur, hvat ein ynskir at keypa og so sleppa frá at standa tímavís í kø. At fara ein biltúr og ikki hava ampa av at renna í stór hol í vegnum. Kunna ganga ein túr í skýming og ikki hugsa um tjóvar. Einføld ting, sum vit í FO ikki hugsa um til dagligt.
Anstøðan, sum vann valið 6 Des. Skal taka við stýrinum nú 5 Jan. Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at anstøðan hevur vunnið. Roknað er við, at ófriður og nógv stríð fer at vera ta fyrstu tíðina av árinum.
Vit, sum arbeiða við Yanomami ættini eru eisini komin eitt sindur í anklettin. Tað, at hava samband við Yanomami fólkið, hevur altíð verið ein heitur pottur, síðan vit ikki kundu vera inni í ættarbólkinum. Ein, sum hjálpti okkum nógv í tíðini inni í skógini, varð fyri døgum síðani handtikin av herinum, sum stormaðu hús hansara. Militerið heldur at vit eru her í býnum fyri at keypa gull frá Indianarinum og at njósna.
Tað, at vit eru komin frá øðrum landi til at bera Indianarum evangeliið um Harran Jesus, vil nokk altíð vera tórført at skilja fyri tann vantrúgvandi. Vit takka Harranum fyri varðveitslu.
Meinigin hevur verið, at hava bíbliuskeiðið til Yanomami fólki nú í Januar mána. Vanligt er, at teir leiðandi í samkomunum koma út í býin til hetta tiltakið. Hetta hevur altíð verið ein heilt serlig tíð, har man far betur vitan um hvussu familju og bygdalív er, og eisini hvussu samkomurnar av røttum hava tað saman við Harranum. Ein tíð til at lurta eftur trupuleikum, og so eisini at eggja og upplívga hvønn annan andaliga. Hesaferð ætlaðu vit at fevna um meira fólk og frá meira bygdum, men av hesum trupuleikanum við militerinum, so hava vit verið noydd at útsett bíbliuskeiðið hesaferð. Og royna vit soleiðis nú, at halda lagan profil eina tíð.
Sjálvt um tíðin her hjá okkum er eitt sindur buldraslig, so hava jólini verið deilig og friðarlig, har vit hava kunna minst til Harran Jesus frelsara okkara, og eisini etið onkran góðan bita saman við vinfólkum. Vit takka Harranum fyri at Hann kom og møguleikan, vit hava fingið, at fortelja øðrum um komu Hansara og krossin.
Í dag er seinasti dagur í árinum. Vit hava bjóðað grannunum at vera saman við okkum í kvøld. Borðreitt verður við lambskjøti. Flestu Venezuelar hava ongantíð smakkað lambskjøt, so spennandi verður at vita.
Vit takka Harranum fyrst og fremst fyri hetta hendingaríka árið, við nógvum avbjóðingum, nógvum góðum og fjølbroyttum minnum. Vit takka Harranum fyri at hava verið um okkum og varðveitt okkum. Eisini eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum vit elska, sum eru vorðin partur av lívum okkara, sum hava fjálga um okkum, uppmuntra okkum. Vit takka eisini fyri bønir og gávur tykkara. Hjartans takk til tykkum øll.
Gleðilig Jól og Gott Nýggjár. Harrin signi tykkum.
Kærastu Heilsanir.
Nurimar og Jóhannus Frants